Laksateljari beinleiðis



Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Til sølu



Arbeiða leingi á Kósini ólavsøkudag


Skrivað hevur Jákup Ósá 28.07.2013 - 12:28

Lýsing Lýs her...

Arbeiðsfólkið á Kósini skal møta kl. 07.00 til langan arbeiðsdag ólavsøkudag.

Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Kósini, sigur við Norðlýsið, at nógv fiskur er á Kósini og at talan í Klaksvík er um vanligan arbeiðsdag.

- Tey sum ynsktu at fáa frí fingu frí. Men tað var eingin trupulleiki at fáa fólk og ólavsøkudagur er heldur ikki frídagur hjá Klaksvíkar Arbeiðarafelag. So vit fara væntandi at arbeiða frá kl. 07 til kl. 18.00 í morgin. Eisini koma Heykur og Falkur at landa, sigur Fríðin Ziskason við Norðlýsið.

Lýsing Lýs her...